skip to main  | skip to sidebar

#  [KOLONI BOX](http://kolonibox.blogspot.com/)

## fredag den 29. maj 2009

###  [Fyrstu tankarnir um verkætlanina KOLONI
BOX](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05/fyrstu-tankarnir-um-verktlanina-
koloni.html)

Tað at liva í einum demokratii, sum samstundis er eitt demokrati, ið hevur
status sum koloni, virkar onkursvegna sum eitt sokallað paradoks.

  
At liva í einum samfelag, har ið alt á ein ella annan hátt, verður lýst og
skilt út frá hesum - tað at vera ein koloni - tað er at liva í Føroyum.

Tó eru Føroyar, sum flest øll vita, ikki ein "vanlig" koloni, har Danmark
virkar sum eitt kúgandi vald; skilt soleiðis, at tað er ikki so at danski
staturin, beinleiðis hevur ógvusligar ágóðar vegna Føroyar, í øllum førum ikki
soleiðis, sum vanligt er eyðkenni fyri eina koloni, sum t.d. við Donsk-
vestindisku oyggjunum.

  
Nógvir spurningar koma undan kavi, tá ið hugt verður nærri at hugtakinum
Føroyar sum koloni. Hvat er í hesi box'ini, sum vit kalla "Føroyar"? Og hvussu
virkar alt hetta í mun til heimin kring okkum? Og er tað demokratiskt?

  
Hetta ger "paradoksið" torført at skilja og enn meira trupult at kveikja
uppreistur ímóti. Tí spurningurin er: Hvat skal mann seta seg upp ímóti? Til
hvørja nyttu? Hvat er so málið aftaná at náa? Hvørji virði hanga eftir og hvat
verður skilt frá? Og hvat kemur so ístaðin? Hví vil mann búgva í Føroyum? Hví
flyta summi av landinum? Og hvat velur ein, sum flytur av ella til landi at
hava við sær? Og er hetta nakað "vit" vilja hava?

Hvussu er støðan í Føroyum í dag?

Hví verður skipað fyri tiltøkum (fyri kvinnur), við New York og Sex and the
City sum fyrimynd? Og hvussu er við monnunum? Hvar er føroyski maðurin í øllum
rokanum, kann hann gera seg eitt við mannin sum er til skips, luttekur í
grindadrápi, hevur stóran bil og hús, eina fitta konu og børn?

Hvussu er við teimum sum ikki eru partur av hesari lívsfatan? Livir ein
outsider, undirgrund ella queer mentan í Føroyum? Hvat við eini møguligar ein
ser føroyskari queer mentan? Er tað loyvt?

Og hví hevur David Bowie ikki havt konsert í Føroyum?

Indsendt af  [ Jóhan Martin Christiansen
](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213) kl.
[01.03](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05/fyrstu-tankarnir-um-verktlanina-
koloni.html) [ Ingen kommentarer: ](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05
/fyrstu-tankarnir-um-verktlanina-koloni.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=8157403747037818375&postID=6467226980692618290&from=pencil)

## torsdag den 28. maj 2009

###  [First ideas on the project KOLONI
BOX](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05/first-ideas-on-project-koloni-
box.html)

Living in a democracy, a democracy with colony as domestic status somehow
seems like a paradox.

  
To live in a society, where everything, in one way or another, is defined from
the point of view - to be a colony - this is living on the Faroe Islands.

Still the Faroe Islands are not a regular colony, Denmark dos not rule as a
oppressing authority, i.e. the Danish state dos not directly earn great
benefits on behalf of the Faroe Islands, at least not as we know it from a
regular colony e.g. as Denmark did on occasion of the United States Virgin
Islands.

  
Looking close at the notion "the Faroe Islands as a colony" several matters
appear. What is in the box called "the Faroe Islands"? How dos this work
contrary the rest of the world? Is it democratic?

  
This makes the "paradox" relatively problematic, not easy to recognize and
even more difficult to stir an opposition. Because: What is there to oppose?
To what purpose? What is the aim afterwards? Which consequences will it have
for the social and personal assets? If so, what would replace these assets?
Why do some people move away from or to the Faroe Islands? What chooses
somebody who moves away or to the Faroe Islands to bring with himself? Is this
something "we" accept as a part of us?

How is the situation on the Faroe Islands today?

Why do people set up events (for women) with "New York" and "Sex and the City"
as a model? What about the man? Is "the Faroese man" capable of identifying
with the whole idea about "pilot-whale killings, a nice large car and a fine
house, a traditional family" etc.? What about those who can not recognize
themselves in this way of living? What about outsider, sub and queer cultures
in the Faroe Islands? What about a unique queer culture on the Faroe Islands?
Is it "permitted"?

And why has David Bowie not yet had a concert on the Faroe Islands?

Indsendt af  [ Jóhan Martin Christiansen
](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213) kl.
[05.36](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05/first-ideas-on-project-koloni-
box.html) [ Ingen kommentarer: ](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05/first-
ideas-on-project-koloni-box.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=8157403747037818375&postID=7016788212848197040&from=pencil)

[Nyere indlæg](http://kolonibox.blogspot.com/)
[Start](http://kolonibox.blogspot.com/)

Abonner på: [Indlæg (Atom)](http://kolonibox.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Faste læsere

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog-arkiv

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://kolonibox.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00-08:00&max-results=4) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juli ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juni ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_06_01_archive.html) (1)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ maj ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)
      * [Fyrstu tankarnir um verkætlanina KOLONI BOX](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05/fyrstu-tankarnir-um-verktlanina-koloni.html)
      * [First ideas on the project KOLONI BOX](http://kolonibox.blogspot.com/2009/05/first-ideas-on-project-koloni-box.html)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Om mig

[![Mit foto](http://2.bp.blogspot.com/_1HtQmyg27jI/Sh6E1VGwUOI/AAAAAAAAAAM/vXG
MGEu6M_E/S220-s79/Koloni+Box.JPG)](https://www.blogger.com/profile/14416709122
524935213)

[ Jóhan Martin Christiansen
](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213)

[Vis hele min profil](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[01.03]: 2009-05-29T01:03:00-07:00
  *[05.36]: 2009-05-28T05:36:00-07:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [KOLONI BOX](http://kolonibox.blogspot.com/)

## søndag den 7. juni 2009

###  [Umseting](http://kolonibox.blogspot.com/2009/06/umseting.html)

Tá tosað verður um tað føroyska, verður tað ofta sett í samband við nakað sum
er ser-føroyskt, nakað sum man vil hava til at vera upprunaligt og sermerkt -
okkurt sum ikki lílkst tí ein møguliga møtir aðrastanis í heiminum. Onkusvegna
ein sokallað eksludering, har man samstundis ikki setur tað í ein størri
samanhang, ella rættari sagt, sær burtur frá einum størri samanhangi og
perspektivi, sjálvt um man er tilvitaður um annað. Hetta sæst ofta í samband
við tá ein roynd verðru gjørd at definera ein nationalan samleika.

  
Spurningurin er so hvussu "útlandi" sær hendan samleikan og um tørvur er á at
umseta hetta, so at tað er atkomiligt fyri onnur enn føroyingar.

  
Bertolt Brecht (1898-1956) tosar um í "[The Democratic Judge](http://homepage.
mac.com/heli1/iblog/Heli%27s%20%20Heaven%20and%20Hell/miBlog/187698782/index.h
tml)" ein mann, ið søkir um uppihaldsloyvi í USA, har hann stendur framman
fyri ein dómara, sum skal geva honum neyðuga loyvi. Trupulleikin er at maðurin
ikki kann svara annað enn 1492, tá ið dómarin spyr ymiskar spurningar. Maðurin
hittir dómaran tríggjar ferðir uttan úrslit, men fjórðu ferð velur dómarin so
at seta ein spurning, har 1492 er rætta svarið, av tí at hann veit at maðurin
er ein valamaður, sum tó ikki tosar enskt og skilti tí ikki tað dómarin spurdi
um, men hevði hinvegin eginleikar, sum dómarin metti at kundi gera gagn fyri
onnur.

  
Hetta nýtisi ikki at skiljast so konkret, sum nevnt í søminum um mannin, ið
søkir um uppihaldsloyvi, men kann førast yvir til mentanarligt, socialt osv.
samskifti við onnur.

  
Verður hetta sett upp í móti tí eksludering, ið liggur í nationalismuni, so
ber til at síggja at man samstundis sum man ikki loyvir onkrum inn, so velur
man eisini at siga nei takk til møguleikar - og harvið eisini menning og
møguleikan fyri størri sannkenning av heiminum og tí at vera menniskja.

Indsendt af  [ Jóhan Martin Christiansen
](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213) kl.
[05.43](http://kolonibox.blogspot.com/2009/06/umseting.html) [ Ingen
kommentarer: ](http://kolonibox.blogspot.com/2009/06/umseting.html#comment-
form) [ ![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif)
](https://www.blogger.com/post-
edit.g?blogID=8157403747037818375&postID=143705794343621583&from=pencil)

[Nyere indlæg](http://kolonibox.blogspot.com/) [Ældre
indlæg](http://kolonibox.blogspot.com/search?updated-
max=2009-06-07T05:43:00-07:00&max-results=7)
[Start](http://kolonibox.blogspot.com/)

Abonner på: [Indlæg (Atom)](http://kolonibox.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Faste læsere

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog-arkiv

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://kolonibox.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00-08:00&max-results=4) (4)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juli ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ juni ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_06_01_archive.html) (1)
      * [Umseting](http://kolonibox.blogspot.com/2009/06/umseting.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ maj ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Om mig

[![Mit foto](http://2.bp.blogspot.com/_1HtQmyg27jI/Sh6E1VGwUOI/AAAAAAAAAAM/vXG
MGEu6M_E/S220-s79/Koloni+Box.JPG)](https://www.blogger.com/profile/14416709122
524935213)

[ Jóhan Martin Christiansen
](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213)

[Vis hele min profil](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[05.43]: 2009-06-07T05:43:00-07:00

skip to main  | skip to sidebar

#  [KOLONI BOX](http://kolonibox.blogspot.com/)

## torsdag den 16. juli 2009

###  [Broyting: framsýningin KOLONI BOX
stytt!](http://kolonibox.blogspot.com/2009/07/broyting-framsyningin-koloni-
box-stytt.html)

BROYTING: framsýningin KOLONI BOX letur aftur fyrr enn ætlað!

  
Fríggjadagin 3. juli lat framsýningin KOLONI BOX upp í Müllers Pakkhúsi, har
ið framsýningin eftir ætlan skuldi verða opin til og við 24. juli.

  
Men av tí at vælgerandi felagskapurin Lions Club, sum plagar at hava sína
árligu Ólavsøkuframsýning í Müllers Pakkhúsi, vil inn í hølini áðrenn
framsýningin KOLONI BOX er liðug, veri eg noyddur til at lata framsýningina
aftur longu týsdagin 21. juli kl. 18.

  
Hetta kom heldur óvart við, serliga tí at eg var óvitandi um hesa misskiljing,
at Lions Club vildu inn í Müllers Pakkhús 20. juli og seta framsýningina upp,
so at hon kann standa klár eina viku undan Ólavsøkuaftan 28. juli, tá ið hon
letur upp - harvið skuldi framsýningin KOLONI BOX tí lata aftur longu
sunnudagin 19. juli.

  
Tí máttu diplomatisku evnini nýtast, so at bæði eg og Lions Club kundu fáa
best burtur úr, har niðurstøðan bleiv til at framsýningin KOLONI BOX letur
aftur 21. juli, t.v.s. tríggjar dagar áðrenn ætlað og hareftir kemur Lions
Club inn eina viku undan Ólavsøku, fyri at gera teirra framsýning.

  
Møguleiki hevði verið at framsýningin hjá Lions Club bleiv hong upp,
samstundis sum at KOLONI BOX varð sýnd fram, men grundin til at eg lati mína
framsýning aftur áðrenn, er serliga tann, at mín meting er at tað ikki ber til
at bæði framsýningin hjá Lions Club og KOLONI BOX, kunnu vera í Müllers
Pakkhúsi samstundis, hetta kemur at órógva alt ov nógv, har áskoðarin ikki fær
best møguligu uppliving og rætta samanhang av KOLONI BOX.

  
Tískil letur framsýningin KOLONI BOX, sum sagt aftur týsdagin 21. juli og ikki
sum ætlað fríggjadagin 24. juli. Framsýningin er opin hvønn dag kl. 12-18.

  
Vinarliga

Jóhan Martin Christiansen

Indsendt af  [ Jóhan Martin Christiansen
](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213) kl.
[16.39](http://kolonibox.blogspot.com/2009/07/broyting-framsyningin-koloni-
box-stytt.html) [ Ingen kommentarer: ](http://kolonibox.blogspot.com/2009/07
/broyting-framsyningin-koloni-box-stytt.html#comment-form) [
![](//img2.blogblog.com/img/icon18_edit_allbkg.gif) ](https://www.blogger.com
/post-
edit.g?blogID=8157403747037818375&postID=7370575985844052665&from=pencil)

[Nyere indlæg](http://kolonibox.blogspot.com/) [Ældre
indlæg](http://kolonibox.blogspot.com/search?updated-
max=2009-07-16T16:39:00-07:00&max-results=7)
[Start](http://kolonibox.blogspot.com/)

Abonner på: [Indlæg (Atom)](http://kolonibox.blogspot.com/feeds/posts/default)

## Faste læsere

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=Followers&widgetId=Followers1&ac
tion=editWidget&sectionId=sidebar)

## Blog-arkiv

  * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ 2009 ](http://kolonibox.blogspot.com/search?updated-min=2009-01-01T00:00:00-08:00&updated-max=2010-01-01T00:00:00-08:00&max-results=4) (4)
    * [ ▼ ](javascript:void(0)) [ juli ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_07_01_archive.html) (1)
      * [Broyting: framsýningin KOLONI BOX stytt!](http://kolonibox.blogspot.com/2009/07/broyting-framsyningin-koloni-box-stytt.html)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ juni ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_06_01_archive.html) (1)
    * [ ► ](javascript:void(0)) [ maj ](http://kolonibox.blogspot.com/2009_05_01_archive.html) (2)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=BlogArchive&widgetId=BlogArchive
1&action=editWidget&sectionId=sidebar)

## Om mig

[![Mit foto](http://2.bp.blogspot.com/_1HtQmyg27jI/Sh6E1VGwUOI/AAAAAAAAAAM/vXG
MGEu6M_E/S220-s79/Koloni+Box.JPG)](https://www.blogger.com/profile/14416709122
524935213)

[ Jóhan Martin Christiansen
](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213)

[Vis hele min profil](https://www.blogger.com/profile/14416709122524935213)

[ ![](//img1.blogblog.com/img/icon18_wrench_allbkg.png) ](//www.blogger.com/re
arrange?blogID=8157403747037818375&widgetType=Profile&widgetId=Profile1&action
=editWidget&sectionId=sidebar)

  *[16.39]: 2009-07-16T16:39:00-07:00

